5. januar 2011

Fiskarættur

Fiskarættur frá frú Agnar Nielsen

2-3 longdir av fiski

Skerast og svitsast:
2 purrur
2 leykir
2 piparfruktir
2 gularrøtur (alt eftir støddini)
2 tsk. av karry
2 spsk. matolju

Svitsa matolju, leyk, purrur og karry. Koyr síðani restina í og lat tað simra eina løtu.
Koyr hetta í botnin á einum eldfastum ílati.
Legg fiskapettir í rímiligari stødd omaná.
Stroy sitrónpipar og salt omaná fiskin.

1 pk. róma ella súrróma 9%
100 gr. av fløtaosti (naturel)
Lítið blikk ananas (brúka eisini saftina)

Smelta fløtaostin í eini grýtu, og rør saft og súrróma uppí.

Legg ananaspettini oman yvir fiskin, og stoyt sósina omanyvir.

Í ovn á 200 stig í 50 min.

Rís ella eplir afturvið.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar